Pál snýttur av Sun Yang

Rok í Kazan: Pál er helst snýttur fyri finalupláss, tá Sun Yang avlýsti finalusvimjingina vegna pínu

Kinesiski Sun Yang møtti ikki upp til 1500 frí finaluna í kvøld vegna pínu í bringuni. Sun Yang segði á tíðindafundi aftaná kappingina, at hann hevði pínu í bringuni aftaná hann hevði vunnið 800 frí mikudagin, Skrivar svimjing.com í kvøld.

 

Pál Joensen bleiv nummar níggju í innleiðandi umfarinum. So um Sun Yang ella ein annar ikki kundu svimja í finaluni, so eigur plássið at fella til næsta mann í innleiðani umfarinum.

 

Sun Yang var ikki í bíðirúminum tjúgu minuttir undan finaluna í kvøld, sum krav er. Sun Yang nevndi heldur ikki á tíðindafundinum nær hann valdi at avlýsa, og hann boðaði ikki fyriskiparunum frá.

 

Fyriskipararnir áttu í slíkari støðu at boða Páli frá, at svimja í finaluni í staðin. Hetta hendi ikki. Formaðurin í Svimjisambandinum, Rókur í Jákupsstovu, sigur við svimjin.com, at tey mótmæltu á staðnum, men tá var ov seint. Væntandi kemur eitt eftirspæl, tað vil siga eitt mótmæli frá Svimjisamband Føroya, skrivar svimjing.com.

 

Rókur sigur víðari við heimasíðuna, at finalutíðirnar ikki vóru imponerandi. So um Pál hevði svomið sítt besta hevði hann fingið heiðursmerki. Gregorio Paltrinieri úr Italia vann og setti nýtt evropeiskt met við tíðini 14:39.67. Connor Jaeger úr USA og Ryan Cochrane úr Kanada vunnu silvur og bronsu við ávikavist 14:41.20 og 14:51.08. Norðurlendska metið hjá Páli er 14:46.33.

 

Haraftrat hevði Pál óivað klárað kravtíðina til OL, sum hann gjørdi í innleiðandi riðli, um hann svam í finaluna. Sum er má Pál bíða til í vár 2016 fyri at klára kravtíðina, tí serligu donsku krøvini siga, at bert HM finalutíðir kunna brúkast til OL so tíðliga í kappingarárinum, skrivar svimjing.com at enda.