Pál skal umboða Europa

Í desember skal Pál Joensen aftur vera eitt av 22 europeiskum umboðum í hylinum, tá skipað verður fyri svimjihólmgongu millum Europa og USA.

Pál, sum eisini var við í 2011, skal nú royna at endurtaka bragdið frá kappingini í Atlanta fyri tveimum árum síðani, tá hann vann 800 metra frísvimjingina við nýggjum føroyskum meti.

“Duel in the Pool”, sum teir rópa kappingina, verður hesaferð í Tollcross-høllini í Glasgow í Skotlandi, og verður kappingin fríggjadagin 20. og leygardagin 21. desember.

Næstformaðurin í Svimjisambandinum, Rókur í Jákupsstovu, sigur á heimasíðuni svimjing.com, at hann frá álítandi keldum hevur frætt, at Pál er boðin við og at hann hevur tikið av.

Síðsta stóra kappingin hjá Føroya fremsta svimjara var annars HM-kappingin í Barcelona í juli mánaði, tá Pál kom í finalurnar í bæði 800 og 1500 metra frísvimjing, har tey bleiv til tvey sjeyndupláss.