Pál Joensen kom á mál sum nummar sjey í finaluni í 800 metra frí svimjingini í Barcelona. Føroyingurin megnaði ongantíð at bjóða hinum av.
Tað er ikki greitt hvussu nógva orku Pál legði í finaluna í kvøld, tí hann datt rættiliga skjótt niður í millum. Hetta er ikki hansara sterkasti teinur, men tað kemur eitt sindur óvart á, at hann skuldi koma á mál so langt aftanfyri hinar.
Pál sjálvur var heldur ikki heilt nøgdur við avrikið, men tað er 1.500 meturin, ið er størsta styrkin hjá Páli og tað svimjingin verður um tveir dagar.
Vinnarin gjørdist sum væntað Sun Yang úr Kina.
Úrslitið frá 800 metrar frí:
1. Sun Yang 7:41.36
2. Michael McBroom 7:43.60
3. Ryan Cochrane 7:43.70
4. Connor Jaeger 7:44.26
5. Jordan Harrison 7:47.38
6. Gregorio Paltrinieri 7:50.29
7. Pál Joensen 7:52.57
8. Oussama Melulli 7:52.79