Pál Joensen svam seg í kvøld til eitt fjórðapláss á Mare Nostrum stevnuni í Canet, tá ið hann í A-finaluni í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3:52.14.
Suðurafrikanski Devon Brown vann við tíðini 3:50.93, spanski Miguel Duran Navia vann silvur við tíðini 3:31.91, og polski Filip Zaborowski vann bronsu við tíðini 3:51.93.
Pál, Dewon Brown og Zaborowski møtast aftur í morgin, tá ið finalan í 800 metra frísvimjing er á skránni.
Pál hevur har bestu tilmeldingartíð.