Í fjør megnaði Pál Joensen, sum fyrsti føroyingur, at koma upp um 100 FM heiðursmerki.
Í ár hevur Pál møguleika fyri at taka gull nr 100, íroknað liðkappingar og sum einstaklingur.
Heiðursmerkjahálið hjá Páli undan kappingunum í dag er 90 gull, 24 silvur og 11 bronsur, harav hann eigur 88 gull, 13 silvur og 5 bronsur sum einstaklingur.
Gongur tað eftir vild hjá honum og suðringum, so kann hann vinna gull nr 100 leygarkvøldið og nr 100 sum einstaklingur sunnudagin.










