Ein føroyskur svimjari hevur svomið í Kazan í morgun. Og tað var sterkasti svimjari okkara, Pál Joensen.
Á luttøkulistanum varð væntað við, at Pál Joensen kom í finaluna í 800 metrar frí, men tað gekk ikki eftir vild hjá Páli, ið ikki helt sítt vanliga støðið. Pál endaði nummar 17 av 41 svimjarum og kom tískil ikki við í finaluna í hesum teininum. Tíðin hjá Pál var 7:55.01, ið var meira enn 10 sekund aftanfyri fremsta svimjaran í kappingini, amerikanska Connor Jaeger.
Pál skal aftur royna seg leygardagin, tá ið hann luttekur í 1500 metrar frísvimjing, ið verður mett sum svimjiteinurin, har hann er sterkastur.
Næsti føroyski svimjarin, ið skal í hylin, er Alvi Hjelm, sum í morgin skal svimja 200 metrar blandað.