Fleiri ivamál eru í hópinum hjá HB fyri tíðina. Eitt av teimum hevur verið Pál M. Joensen, sum hevur verið og royndarvant við norska Florø og danska Skive. Nú er tó greitt, at spælarin, sum kann dekka fleiri pláss, heldur fram í HB fyri komandi kappingarár.
Les eisini: Fleiri ivasamir í HB
Pál hevur í ár verið sjónligur á HB liðnum, umframt at hann hevur gjørt seg galdandi á U21 landsliðnum. Síðani kappingarárið endaði hevur ljóðað, at onnur feløg hava verið áhugaði í at fáa 22 ára gamla spælaran í hópinum.
Les eisini: HB eyga á nýggjum málverja
Tá so ongin undirskrift kom nýggjan sáttmála, so endaði Pál sum eitt av fleiri ivamálum hjá HB til komandi kappingarár. Tað er hann so ikki longur, tí partarnir hava gjørt ein eitt ára sáttmála.
Les eisini: HB profilur venur í Danmark
Millum ivamálini eru Teitur M. Gestsson, Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen, Andrew av Fløtum, Jóan Símun Edmundsson, Christian R. Mouritsen og Símun Samuelsen. sum allir av ymiskum orsøkum eru ivasamir til komandi ár, meðan spælarar sum Kristin R. Mouritsen og Tróndur Jensen ikki halda fram.
Les eisini: Miðvallari heldur ikki fram í HB
Pál Mohr Joensen spældi í ár sambært Faroesoccer 1.678 minuttir av 2.430 møgilinum. Hann var tó á vøllinum í 25 dystum av 27, so hóast hann ikki spældi allar dystirnar á tamb, so kom hann á vøllin í øllum dystunum uttan tveimum.