Pál góðar møguleikar at koma í finaluna

Tað metir Jón Bjarnason, fyrrverandi venjari hjá Páli Joensen.

 

-       Um Pál svimur sum hann gjørdi í 800 metra innleiðandi, so kemur hann í finaluna í 1.500 metra frí, sigur Jón Bjarnason.

 

Pál Joensen er í hesum døgum til HM í svimjing í Barcelona. Hann hevur higartil luttikið á 800 metra frí. Hann kom í finaluna og endaði á sjeynda plássi. Hesum var hann ikki heilt nøgdur við. Nú skal Pál royna at koma í finaluna í 1.500 metrinum, sum er hansara sterkasti teinur.

 

Jón Bjarnason væntar, at Pál skal koma á mál við eini tíð millum 14 minuttir og 55 sekund, og 15 minuttum, fyri at koma í finaluna, sum verður sunnukvøldið.

 

-       Tað klárar hann at svimja, um hann er til reiðar. Tað ræður sjálvandi um at koma í finaluna sum lættast, men eg vænti at hann klárar 14:55, uttan at gera ov nógv av, sigur Jón Bjarnason.

 

-       Um hann svimur fyrstu 100 metrarnar upp á 58 sekund, og teir seinastu 100 metrarnar upp á 57 sekund, og klárar at svimja hinar upp á minuttin, so hevur hann eina tíð upp á 14:55. Tað ljóðar einfaldari enn tað er, men Pál dugur at svimja tað, sigur Jón Bjarnason, sum hevur verið venjari hjá Páli fram til OL í fjør.

 

Pál svimur í riðli 3 í morgin. Fyrsta 1.500 metra innleiðandi svimjingin er klokkan 9.46. Fyrst skal riðil 1 avstað. Her er sjáldan nakar, ið klárar at gera um seg. Síðani skal riðil 2 svimja, áðrenn Pál skal svimja í riðli 3 – áleið ein hálvan tíma eftir riðli 1.

 

Tað kann verða ein fyrimunur hjá Páli at vita tíðirnar hjá onkrum av hinum, áðrenn hann skal í hylin sjálvur.

 

-       Pál heldur sjálvandi eyga við tíðunum hjá hinum, so hann sær hvussu skjótt teir svimja. Vandin er um teir svimja skjótt, so kann tað blíva til eitt trýst. Tað eru fýra mans í riðlnum aftaná, sum allir eru góðir, sigur Jón Bjarnason og vísur til heimsmeistaran Sun Yang,  Mateusz Sawrymowicz, Gregorio Paltrinieri og Michael McBroom.

 

Pál Joensen hevur havt sítt torførasta ár í nýggjari tíð. Finalu plássið í 80 metrinum ber boð um, at vábingurin er um at koma á rætta leið aftur. Í morgin kann hann svimja seg í finaluna í 1.500 metrum í enn eini heimsmeistarakapping.

 

Innleiðandi svimjing til 1.500 meturin byrjar klokkan 9.46 føroyska tíð. Áleið ein hálvan tími seinni strýkur Pál Joensen og riðil 3 avstað. Ikki fyrr enn riðil 4 er komin á mál, er greitt um Pál enn eina ferð skal gera seg kláran til eina finalu svimjing.