Pál gjørdist nummar sjey

Tað eydnaðist ikki Páli at vinna nakað heiðursmerki í heimsmeistarakappingini í 1500 metrum í Barcelona. Pál Joensen gjørdist nummar sjey av átta. Undan finaluni hevði Pál sagt, at hann vónaði at svimja teir 1500 metrarnar upp á 14 minuttir og 50 sekund, tí tað var tíðin hjá honum undan Olympisku Leikunum.


Hetta eydnaðist tíverri ikki, tí Pál kom á mál við tíðini 15.03.10. Kortini segði Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya, við Kringvarpið, at tey eru væl nøgd við úrslitið hjá Páli,


Ikki óvæntað var tað Sun Yang, sum gjørdist heimsmeistari. Hann hevði tíðina 14.41.15. Hann var tó hart pressaður av Ryan Cochrane, sum gjørdist nummar tvey.

 

 

 

 

1500 metrar frí finalutíðir:

1 Sun Yang, 14:41.15

2 Ryan Cochrane, 14:42.48

3 Gregorio Paltrinieri,14:45.37

4 Connor Jaeger, 14:47.96

5 Michael McBroom, 14:53.95

6 Jordan Harrison, 15:00.44

7 Pál Joensen, 15:03.10

8 Daniel Fogg, 15.05.92

 

 

 

Mynd: skermprent av Eurosport