Bæði í 800 og 1500 metra frísvimjing eydnaðist tað Páli Joensen at koma í finalurnar og fáa staðfest, at hann telist millum allarbestu svimjarar í heiminum á hesum teinum.
Í báðum førum bleiv hann nummar sjey av átta, men hann er als ikki nøgdur við úrslitið, og iðrar seg um tíðirnar í finalunum. Pál undirstrikar, at hann ætlar at gera ein vørr til EM á stuttgeil, sum verður í Herning í Danmark í desember.
Í ljóðbrotinum uppiyvir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Pál Joensen.