Aftur í gjár var Pál Joensen á heiðursmerkjapallinum í altjóða svimjikapping. Hesa ferð var tað í Duel in the Pool kappingini, sum seinastu dagarnar hevur verið í Glasgow. Talan er um svimjikapping, sum er á hvørjum ári millum USA og Europa.
Í gjár kappaðust menninir á 800 metra teininum í frísvimjing, og tá endaði Pál Joensen á øðrum plássi. Tíðin hjá honum var 7:39.69. Vinnari var Michael McBroom úr USA, sum svam teinin uppá 7:33.99. Pál var greitt frammanfyri amerikanska Michael Klueh sum vann kappingina í 400 metra frísvimjing í gjár.
Pál hevur sostatt vunnið sær tvey altjóða silvurheiðursmerki hesa seinastu vikuna, í 1500 frí á EM í Herning síðsta leygardag, og so aftur silvur í 800 frí nú á Duel in the Pool, veit svimjing.com at siga.









