Pál Joensen framdi aftur í dag eitt bragd, tá ið hann vann silvur í EM kappingini í svimjing á stuttgeil. Tað vekir ans kring allan svimjiheimin, at eitt so lítið samfelags sum tað føroyska, skal eiga ein so framúr svimjara, sum Føroyar eiga í Páli Joensen.
Pál fegnast um, at tað aftur í dag eydnaðist honum at vinna silvur.
-Eg miðjaði eftir at sleppa upp á pallin, og eg eri fegin um, at tað eydnaðist, segði Pál Joensen beinanvegin, tá ið kappingin var av, og hann hevði fingið silvurkrónuna um hálsin.
Stór ítróttarfólk seta sær stór mál, og Pál Joensen var ikki heilt nøgdur, hóast hann stóð við silvurkrónu um hálsin.
-Tá ið túsund metrar vóru farnir, var eg fremstur, og tá hevði eg eina kenslu av, at tað kundi enda við tí heilt stóra. Men síðsti triðingurin var tað ikki heilt, sum tað skuldi vera, og tað kostaði. Nú fari eg saman við venjaranum at eftirmeta, um hetta kann gerast betri næstu ferð, segði Pál Joensen.
Í fjør heilkiksaði tað, tá ið Pál Joensen, sum umboðaði Danmark, royndi seg í OL í London. Málið hjá honum er at standa seg væl í OL kappingini í Brasil í 2016. Á vegnum fram ímóti stóra málinum vónar Pál at taka síðsta stigið upp á tindin.
-Nøgdsemið við silvurmerkið er fýra av fimm. Bæði tí tað eina løtu sá út til at vera møguleiki fyri meiri enn næstfremsta plássinum, og tí tíðin ikki var tann besta hjá mær á 1500 metrum, segði Pál Joensen í samrøðu við Kaj Joensen. Umframt á portal.fo ber til at síggja samrøðuna á svimjing.com.