Í næstum verður ólavsøkuuppskotið ella kreppupakkin, sum varð vístur fram fríggadagin, lagdur fyri Løgtingið.
Sambært Magna Laksáfoss, tingmanni og búskaparfrøðingi, kann tað næsta vera líka mikið, um trýst verður á reyða ella grøna knøttin í tinginum.
- Eg haldi ikki, at nøkur grund er til at vera ímóti kreppupakkanum. Eg haldi ikki, at hann er skaðiligur. Hann ger bara ongan mun, sigur Magni Laksáfoss.
Onki nýtt
Magni Laksáfoss vísir eisini á, at størsti parturin av stimbrandi tiltøkunum eru ting, sum longu frammanundan eru samtykt.
- Hyggur tú at, hvat hendir um pakkin verður feldur, so verður tað bara tær 100 milliónirnar afturat til íløgur og so hetta við at marknaðarføra Føroyar, sum fella við pakkanum av teimum virkisskapandi tiltøkunum, sigur Magni Laksáfoss.
Hini stóru virkisskapandi tiltøkini, sum at gera landssjúkrahúsið, flogvøllin, ítróttarhøll á Sandi, tær 300 milliónirnar í Húsalánsgrunninum og ellis- og røktarheimið í Vági eru longu samtykt.
Manglar fokus
- Vit royndu at spyrja, um mann fór at tálma hallinum á fíggjarlógini, seta ferð á búskapin og at gera neyðugar bygnaðarligar broytingar, og svarið var ja til alt. Tað sigur seg sjálvt, at tað ikki ber til, tí tað er mótstríðandi í sær sjálvum.
- Vit síggja eisini heilt konkret, at lutir í pakkanum arbeiða beint ímóti hvørjum øðrum. Rentustuðulin til sethúsabygging skal avtakast, og soleiðis roknar mann við, at fólk fara at byggja. Samstundis, sum mann leggur hægri skatt á bankarnar, sum tí fara at seta enn størri krøv til fígging, sigur Magni Laksáfoss.
- Var meiningin, at fólk skuldu fara at byggja, so skuldi mann heldur sett stuðulin upp í nøkur fá ár, fyri síðani at avtaka hann. Samstundis, sum mann kravdi minni skatt frá bankunum í sama tíðarskeiðið. So skuldi mann sæð virksemi, greiðir hann frá.
Somuleiðis staðfestir hann, at ætlar tú at minka eitt hall, so mást tú hava ein rættiliga kreativan politikk, um tú samstundis vilt seta ferð á búskapin.
Ov seinur
Magni Laksáfoss metir somuleiðis, at var ætlanin at gera ein superpakka, sum skuldi gera nakað við fíggjarkreppuna, so er mann alt ov seint úti.
- Sambært tí, sum vit hava fingið at vita, so verður stimbranin á búskapin í 2009 av pakkanum ongin, fyri 2010 verður tað 1,3 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni og fyri 2011 nærum 2 prosent. Tá vit skriva seinnu helvt av 2010 og tiltøkini fara at virka, er fíggjarkreppan vónandi næstan liðug og í 2011 er vónandi ongin kreppa, metir hann.
Kreppupakki II
Hinvegin metir Magni Laksáfoss, at tað hevði verið gott við einum veruligum pakka nú, tí undirtøka sýnist vera fyri broytingum í løtuni, men at hendan lappaloysnin hevur fyribyrgt, at nakað veruligt verður gjørt.
- Eg eri veruliga bangin fyri, at tað ikki ber til at koma við nøkrum kreppupakka II, tí nú er ein pakki gjørdur og tí ivist eg stórliga, um undirtøka verður fyri einum pakka afturat. Tí kann tað vera skaðiligt, at ein lunkaður pakki kemur nú, sigur búskaparfrøðingurin og tingmaðurin.
Óskaðiligur
Men í sær sjálvum, er hesin pakkin óskaðiligur, sambært Magna Laksáfoss.
- Sum pakin fyriliggur nú, so er hann ikki skaðiligur. Eg dugi bara øgiliga illa at síggja at hann skal hjálpa nakað serligt. Har er ongin ætlan, um hvat mann skal og tí er hann ein lappaloysn, har mann hevur roynt at fáa alt við, sigur Magni Laksáfoss.










