Leingi hevur verið arbeitt uppá Stóra Pakkhús í Vági, sum er gamlt og søguligt hús, ið liggur við líka søguligu Garðabrúnna. Garðabrúgvin varð sett í stand fyri nøkrum árum síðani. Fyri nøkrum árum síðani tóku feløg seg saman um ætlanina at seta í stand Stóra Pakkhús, ið umframt at hýsa feløgunum, skal vera mentanarhús. Menn hava arbeitt miðvíst við hesi ætlan og sær húsið vakurt út, nú tað sigst, at tað er klárt at lata dyrnar upp einaferð í oktober. Fjøltáttað mentanarvirksemi skal eftir ætlan rúmast undir lonini; sangur, leikur og aðrar framførslur og tiltøk av ymsum slag. Eisini bingo, gerst tað aktuelt, og fyrireikað verður eisini í hesum døgum til bingospæl til frama fyri Stóra Pakkhús. Húsið og Garðabrúgv skapa saman eitt hugnaligt umhvørvi við sjóvarmálan, eftir at økið var heldur illa farið av tíðarinnar tonn og gloymsku, hóast staðið var miðdepil fyrra helming av farnu øld.