Ólavsøkupakkin tykist ikki at hava breiða og sterka undirtøku í almenninginum. Sami pakki er neyvan betur umtóktur millum samgongufólk á tingi. Lagna pakkans tykist tí hanga í einfaldum hosnatráð.
Í gjár kom Samtak út við hvøsssum atfinningum. Samtak er ikki hvør sum helst men ein samstarvsfelagskapur, sum umboðar verkafólk í túsundatali á sjógvi og landi. Hartil kemur, at ein stórur partur av limaskaranum hjá Samtaki má haldast at vera Javnaðarfloksins kjarnuveljarar, er pakkin tí ein politiskur trupulleiki hjá flokkinum. Tað er eisini nógv, sum bendir á, at í Javnaðarflokinum er vaksandi mótstøða ímóti sosiala partinum av pakkanum, so pakkaloysinin verður eingin dansur á rósum hjá fíggjarmálaráðharanum og øðrum av Javnaðarfloksins oddafiskum.
Atfinningarnar hjá Samtaki snúgva seg um hetta, at støðan hjá teimum veikastu pensionistunum versnar uppaftur meira, um pakkin verður framdur óbroyttur. Samtak vísir á, at fyritíðarpensjonistar verða raktir, tí mótroknast skal í pensjónini frá fyrstu krónu, hóast pensjónin er eitt endurgjald fyri mistan arbeiðsførleika. Í dag kann ein fyritíðarpensjónistur forvinna uml 85.000 kr áðrenn tað verður mótroknað í fyritíðarpensjónini. Verður ætlaða broyting framd, fer fyritíðarpensjónisturin við inntøku á 85.000 kr at gerast einar 20.000 kr fátækari komandi ár. Víðari ger Samtak vart við, at ætlanin er at mótrokna frá fyrstu krónu, ið fólkapensjónistar hava í inntøku við síðuna av. Henda inntøka kann antin verða uppspard pensjón ella vanligt arbeiði. Hetta fer at raka ein bólk hart, sum frammanundan er illa fyri og hetta heldur Samtak verða vánaligan almannapolitikk.
Í gjár kom formaður Javnaðarfloksins á tingi, John Johannesen, við hvøssum atfinningum til ólavsøkupakkan og skírir partar av honum at vera í stríð við teir batar, sum vórðu framdir undir fyrru ABC samgonguni við tí endamáli at stimbra fyritíðarpensjónistin til eitt virkið lív á arbeiðsmarknaðinum. John Johannesen ger eisini vart við, at politiska viðgerðin als ikki er byrjað. Hetta er margháttligt, tí vit hava fingið ta fatan, at pakkin er væl viðgjørdur í samgonguni. Nú skal ásannast, at formaðurin mest tosar um pensiónsaldurin, men atfinningar hansara snúgva seg eisini um spurningin um mótrokningina hjá fólka- og fyritíðarpensjonistum, sum ætlað er at fremja og sum fer at økja um stættamunin millum pensionistar. Hesar atfinningar eru álvarsamar, og tær benda á, at fótfólkið í flokki formansins hevur ilt við at góðtaka tann partin, sum snýr seg um viðurskiftini hjá fólkapensionsitum og fyritíðarpensionistum.
Pakkin líkist tí alt meira eini bumbu undir Javnaðarflokkinum og ABC 2 enn einum bleytum vakstrarpakka, sum skal bjarga okkum úr kreppuni og fáa gongd á aftur tey samfelagshjól, ið mala alt trekari og trekari fyri hvønn dag. Her liggur eitt stórt og tungt politiskt arbeiði fyri framman, um hesin pakki yvirhøvur nakrantíð skal verða borin út í Føroyum.










