Á Føroya Grótvirki í Skopun eru teir komnir við tí frálíka hugskoti at brúka føroyska seyðaull til at pakka tær vørur í, sum virkið framleiðir og sendir kring landið.
Heini Tausen sigur, at arbeiðsgongdin at gera ullina klára er eitt sindur drúgv, men teir gera alt sjálvir, bæði vaska, turka og tøva.
- Men, vit halda, at hetta er eitt gott endamál, sum eisini tænir okkara náttúru og umhvørvi, og tí gera vit hetta hugagóðir, sigur hann.
Á Føroya Grótvirki fóru teir at brúka ullina at pakka og stúva við fyri at minka um nøgdina av bobluplasti, sum hevur verið brúkt til endamálið.
- Vit skaffa okkum ullina, og síðan vaska, turka og tøva vit hana sjálvir, soleiðis at hon er egnað sum pakkitilfar.
Heini Tausen sigur, at áður brúktu teir eina rúgvu av bobluplasti til at stúva við – ikki minst, tá gávulutir av ymiskum slag skulu sendast.
- Men, nú er ullin blivin ein partur av vøruni og samleikanum hjá Føroya Grótvirki, og fólk hava verið sera positiv og hava tikið væl ímóti hesum hugskoti, sigur hann.










