Pakistanar valdu broyting

Veljararnir í Pakistan atkvøddu í gjár fyri broyting og góvu stjórnarflokkinum og teimum víðgongdu islamsku flokkunum ein frammaná

Tann stóri sigursharrin á pakistanska valinum í gjár má sigast at vera flokkurin hjá fyrrverandi forsætisáð­harranum Nawaz Sharif. Eisini flokkurin hjá Benazir Bhutto stóð seg væl, men flokkurin fekk tó ikki tær nógvu samkenslu­atkvøð­urn­ar, sum teir flestu eyg­leið­ararnir høvdu væntað.

Hóast uppteljingin ikki var liðug um middagsleitið, vildi almenna sjónvarpið vera við, at teir báðir stóru andstøðuflokkarnir, PML-N hjá Nawaz Sharif, og PPP hjá Benazir Bhutto, høvdu vunnið valið. Tað váttaði flokkurin hjá Pervez Musharaf, forseta eisini.

- Vit eru til reiðar at fara í andstøðu, um úrslitið verð­ur, at vit hava tapt, segði ein talsmaður hjá PML-Q, sum er flokkurin hjá Musharaf.

Undan valinum í gjár var PML-Q størsti flokkur í tjóðartinginum við 130 ting­limum, men vóru for­sagn­irnar um middagsleitið eftir­farandi, fekk flokkurin bara 25 tinglimir í gjár.

Eisini samgongan av islamskum flokkum, MMA, fekk eftir øllum at døma ein dyggan frammaná. Fyri­bilstølini vístu, at flokkurin fær minni enn fimm ting­limir hesaferð ímóti 50 á seinasta vali.