Í USA spyrja politikarar og onnur, um tað kann bera til, at myndugleikarnir í Pakistan vóru púra óvitandi um, hvar Osama bin Laden helt til. Tey undrandi vísa á, at bin Laden búði tætt við eina støð hjá pakistanska herinum minni enn 100 kilometrar frá høvuðsstaðnum Islamabad, og at hann búði í einum húsum, sum vórðu bygd til júst tað endamálið at fjala hann.
Demokratiski senatorurin Carl Levin, sum er formaður í verjunevndini hjá Senatinum, sigur, at pakistanski herurin og landsins fregnartænasta kunnu ikki hava verið so óvitandi, sum myndugleikarnir siga. Fleiri av starvsfeløgum hansara siga, at USA eigur at skerja fíggjarligu hjálpina til Pakistan.
Pakistan vísir aftur øllum skuldsetingum um, at landsins myndugleikar vistu, hvar bin Laden helt til. Í einari grein í Washington Post skrivar forsetin, Asif Ali Zardari, at al Qaeda er ein líka stórur fíggindi hjá Pakistan sum hjá USA. Hann leggur afturat, at 2.000 pakistanskir løgreglumenn og 30.000 sivilfólk hava latið lív í bardaganum ímóti yvirgangi.
Forsetin skrivar tó, at myndugleikarnir fara at kanna, hví teir ikki komu fram á bin Laden.