Pakistan flytir hermenn til indiska markið

Pakistanski herurin er frarin at flyta hermenn frá afghanska markinum til indiska markið Tíðindini um hermannaflutningin eru frá keldum í pakistonsku fregnartænastuni, og tey lýsa, hvussu spent støðan er vorðin millum Pakistan og India síðani yvirgangin í Mumbai í síðsta mánað.

India heldur uppá, at tað vóru hernaðarligir islamistar í Pakistan, sum løgdu yvirgangin til rættis. Pakistan sigur hinvegin, at India hevur einki prógv fyri sínari skuldseting.

Bæði Pakistan og India hava sagt, at tey fara ikki at brúka hermegi ímóti hvør øðrum. Kortini verða nú umleið 20.000 pakistanskir hermenn fluttir til indiska markið, skrivar AP.