Pakistan dregur konur bin Laden í rættin

Myndugleikarnir í Pakistan hava nú ákært tær tríggjar konurnar hjá yvirgangsleiðaranum Osama bin Laden fyri at vera komnar til landið uttan neyðug loyvi. Tað sigur pakistanski innanríkisráðharrin, Rehman Malik.

Tær tríggjar konurnar, tvær úr Saudiarabia og ein úr Jemen, og teirra 10 børn hava verið í varðhaldi hjá pakistonsku myndugleikunum, síðani amerikanskir hermenn funnu og skutu bin Laden 2. mai í fjør. Tær vóru tá til avhoyringar hjá pakistonsku løgregluni.

Innanríkisráðharrin sigur, at børnini eru undir almennum eftirliti, og at tey verða ikki ákærd fyri nakað. Hann dugir ikki at siga, nær kvinnurnar koma fyri rættin, og tað er heldur ikki greitt, hvørjari lógargrein tær eru ákærdar eftir.