Pætur vunnið fyrsta føroyska sigurin í tennis

Pætur Marjunarson Dahl vann í dag 6-0, 6-4 á Nivo Robinson úr Guernsey

Nú havi eg rokkið málinum, so nú er restin bara bonus, sigur Pætur Marjunarson Dahl.

 

Hann var sjálvsagt fegin um sigurin. Hetta er fyrsti sigurin hjá Tennis-liðnum á oyggjaleikunum. Pætur vann greitt fyrsta sett, meðan seinna settið var meiri javnt.

 

Eina skiftið var Nico á odda 4-2, men Pætur vísti gott spæl og styrki og vann seg upp á 6-4.

 

Pætur skal í 2. rundu spæla móti einum úr Bermuda, sum er styrkistmettur sum nummar tvey hjá vertstjóðini.

 

Beint omanfyri myndina ber til at hoyra, hvat Pætur hevði at siga um sigurin.