Nú hava øll liðini í næstbestu deildini spælt tríggjar landskappingardystir. Síðsti útsetti dysturin í øðrum umfari, ið varð spældur, var tann millum 07 Vestur og HB, sum tíðliga seinnapartin vitjaði á Dungasandi í Sørvági.
Gestirnir fóru til hús aftur við 2-1 sigri, eftir at 07 Vestur í fyrra hálvleiki var frammanfyri við máli, sum Oddur Persen skoraði í 26. minutti. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 21 ára gamli Oddur Petersen skoraði mál í næstbestu deildini.
Á HB liðnum vóru bæði Dan í Soylu og Pætur J. Petersen, sum higartil í ár verið skiftisspælarar á besta liðnum. Pætur J. Petersen skoraði bæði HB málini í seinna hálvleiki. Tað fyrra í 54. minutti, og tað seinna í 73. minutti.
Úrslitið ber við sær, at HB er á fjórða plássi við seks stigum, meðan 07 Vestur framvegi bíðar eftir fyrsta stiginum síðani uppflytingina síðsta heyst.
Í fjórða umfari fær HB fríggjakvøldið um eina lítla viku vitjan av KÍ, og 07 Vestur fer leygardagin at spæla á útivølli ímóti Víkingi.