Single kappingin hjá monnum í tennis er í dag byrjað.
Tíðliga í dag spældi Hjalti Mohr Jacobsen seg víðari millum 32 teir bestu, tá hann basti Santiago Gomez úr Ynys Mon.
Les eisini: Hjalti hevur spælt seg víðari
Pætur M. Dahl spældi seinasta dystin í dag av føroyingunum í single kappingini. Og Pætur vann eisini ein sannførandi sigur. Pætur M. Dahl vann samanlagt 2-0 móti Alec Archo Havrén frá Gotlandi, við sett úrslitunum 6-4 og 6-1.
Pætur skal í komandi rundu spæla móti Ilian Nachev frá Cayman Islands, sum er seedaður sum nummar 11 til kappingina. Mótstøðumaðurin hjá Hjalta Mohr Jacobsen, Billy Harris, frá Isle of Man, er seedaður sum nummar 2 til single kappingina.
Nicholas Petersson skal í sínum dysti spæla móti Jack Keyes frá Bermuda.
Føroysku leikararnir hava eisini spælt dyst í double kappingini í dag. Hjalti Mohr Jacobsen og Martin N. Simonsen vunnu tá sín dyst 2-0, eftir sett úrslitini 6-0 og 6-3.










