HB reisti seg av álvara, eftir at tað fyri viku síðani kiksaði heilt, tá ið HB tapti 2-1 á Argjum.
Í dag var einki at rafla um. HB vann 4-0 stórsigur á útivølli ímóti 07 Vestur. Hálvleiksstøðan var 1-0.
07 Vestur helt tørn, inntil tað bara restaði ein heilt lítil løta av fyrra hálvleiki. Tá var tað Pætur J. Petersen, sum skoraði.
Pætur J. Petersen hevur verið flúgvandi síðani summarsteðgin, tá ið hann av álvara hevur verið svarið upp á trupulleikarnar, sum HB fyrr í ár hevði við at finna mannin, sum regluliga og støðugt kundi skjóta mál.
Tíðliga í seinna hálvleiki skoraði Pætur J. Petersen eftir lítlari løtu tvey mál. Harvið skoraði hann hattrikk, og nú hevur hann skorað 11 mál og er saman við Stefan Radosavljevic toppskjútti hjá HB.
Átta minuttir undan leikloki var tað innskifti Ejvind Restorff Mouritsen, sum staðfesti 4-0 HB sigurin. Hetta var fyrsta ferðin, at 18 ára gamli Ejvind var málskjútti í bestu deildini.
HB sigurin í dag ber við sær, at HB nú er fýra stig frá Víkingi, sum er næstfremst. Leygardagin hittast HB og Víkingur í Gundadali.
-Hóast tað var málleyst heilt fram ímóti steðginum, so var HB omaná alla tíðina. Teir fóru væl við bóltinum, og vit runnu aftaná. Tað bar við sær, at vit vóru troyttir í seinna hálvleiki, og so endaði tað, sum tað gjørdi. Mads Borchers hevðil onkran góðan málmøguleika, men vit mugu bara staðfesta, at vit megnaðu ikki at geva teimum ta mótstøðu, sum gongdin seinastu vikurnar kundi lagt upp til, at vit fóru at gera, sigur 07 Vestur liðformaðurin Høgni Egilstoft Nielsen.
-Nú verður talan um heilt aðra avbjóðing, tá ið vit leygardagin fara til Runavíkar. Stigatalvan sigur, at talan verður um heilt avgerandi dyst í kappingini um at sleppa undan niðurflyting, sigur Høgni Egilstoft Nielsen.
HB venjarin Dalibor Savic er nøgdur við trivaliga 4-0 sigurin í Sørvági.
-Talan var um heilt opnan fyrra hálvleik, og vit vóru hepnir at vera frammanfyri 1-0, tá ið vit fóru at hvíla okkum. Teitur Matras Gestsson bjargaði fleiri ferðir heilt væl í fyrra hálvleiki, tá ið Mads Borchers var leysur, og í seinna hálvleiki vóru vit greitt omaná og øktu skjótt um leiðsluna til 3-0. Pætur skoraði hattrikk, hann er væl fyri og arbeiðir nógv og er aftur og aftur á rætta stað í røttu løtu, og tað fegnast eg og vit um. So var tað Ejvind Restorff Mouritsen, ið var skiftur inn og skoraði fyri fyrstu ferð. Tað fegnast við um, sigur HB venjarin Dalibor Savic, og hann heldur fram:
-Nú skulu vit hitta Víking bæði í landskappingini og í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Málið hjá okkum er at vinna silvur í landskappingini og at vinna løgmanssteypið. Nú er tað upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu røkka málinum í steypakappingini, og um tað fer at eydnast at vinna leygardagin ímóti Víkingi, so verður næstfremsta plássið í landskappingini ikki so langt burtur, sigur HB venjarin.
07 Vestur – HB 0-4 (0-1)
0-1: Pætur J. Petersen
0-2: Pætur J. Petersen
0-3: Pætur J. Petersen
0-4: Ejvind R. Mouritsen
Dómari: Rani A. Skaalum