Pætur og liðfelagarnir vunnu trivaligan sigur

Í dag fekk KA fulla úrtøku á heimavølli

Í dag leiktu Pætur J. Petersen og liðfelagarnir í KA annan heimadystin á rað á Akureyri í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Í dag lá væl fyri hjá akureyringum, ið vunnu trivaligan 3-0 sigur á ÍBV. 

 

Asgeir Sigurgeirsson legði KA á odda tá 25 minuttir vóru leiktir. Bjarni Aðalsteinsson økti til 2-0 tá 50 minuttir vóru leiktir, og Þorri Mar Þórisson staðfesti sigurin tá 84 minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

Pætur kom á vøllin tá 20 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

KA er fyribils nummar eitt í deildini við fýra stigum fyri tveir dystir.

 

Í annaðkvøld klokkan 18 spæla Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík heimadyst móti Fylkir. Í annaðkvøld klokkan 20.15 spælir liðið hjá Patriki Johannesen og Klæminti A. Olsen, Breiðablik móti Vali á útivølli.