Pætur og liðfelagarnir vóru fyri stórtapi

Vánaligur fyrri hálvleikur gjørdist dýrur fyri Team Sydhavsøerne

Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne spældu í kvøld dyst á útivølli móti Skive í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Tað gekk av skriðuni hjá suðuroyggjamonnum í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Skive á odda heili 19-7. Pætur og liðfelagarnir fingu steðga bløðingini í seinna hálvleiki, og megnaðu javnleik 16-16 í seinna hálvleiki, men tað gjørdist talan um ein 35-23 stórsigur til Skive. Fyrri hálvleikur kostaði Pæturi og liðfeløgunum dýrt. 

 

Pætur skoraði trý mál og var saman við trimum øðrum næstbesti málskjúttin hjá Team Sydhavsøerne. Toppskjútti hjá Team Sydhavsøerne var Emil Sønderskov við sjey málum.

 

Team Sydhavsøerne er nummar fimm í deildini við átta stigum fyri sjey dystir. Fremst eru Skive og HØJ við 12 stigum. HØJ hevur tó spælt ein dyst færri enn Skive. 

 

Í morgin klokkan 13.30 taka Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn móti Tønder á heimavølli. Klokkan 14 taka Leivur Mortensen, Bogi Hansen, Janus Dam Djurhuus, Jónas G. Djurhuus og liðfelagarnir í FIF móti Faaborg. Klokkan 15 hava Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ heimadyst móti Rækker Mølle.