Pætur og liðfelagarnir eru framvegis ósigraðir eftir 11 dystir

Komandi hóskvøld spælir AMO oddadyst móti Karlskrona á útivølli

Tað hevur gingið væl hjá Pæturi Mikkjalsson og liðfeløgunum í AMO tey fyrstu 11 umførini í næstbestu svensku hondbóltsdeildini. Aftaná 11 umfør hevur AMO 20 stig av 22 møguligum fyri níggju sigrar og tveir javnleikir.

 

Í dag vann AMO 30-25 á Ystad á heimavølli. Í steðginum var AMO á odda 15-13.

 

- Vit spæla væl í verjuni og tað eru har vit vinna dystin í dag. Eg spæli sjálvur væl í verjuni og megni at skora eitt mál í dag, greiðir Pætur frá.

 

Komandi hóskvøld klokkan 18 spæla Pætur og liðfelagarnir ársins dyst higartil í næstbestu deildini. Tá møta teir oddaliðnum, Karlskrona á útivølli. Karlskrona hevur 22 stig fyri 11 sigrar í 11 dystum.