Lagt var upp til spennandi oddadyst í næstbestu svensku hondbóltsdeildini, tá Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í AMO í kvøld á heimavølli tóku móti Karlskrona á heimavølli, men tað bleiv ongantíð serliga spennandi.
AMO vann ein knúsandi 34-21 stórsigur. Í steðginum var AMO á odda 16-9.
AMO er nú oddalið í deildini við 27 stigum, trý stig frammanfyri Karlskrona.
Pætur greiðir frá: - Vit leggja okkum framum beinanvegin og halda okkum átta mál frammanfyri meginpartin av seinna hálvleiki. Eg spæli sjálvur allan dystin, bæði verju og álop, og skjóti fýra mál. Vit eru nú trý stig frammanfyri júst Karlskrona og hava kós beinleiðis upp í bestu deildini. Nú er steðgur til 25. januar, greiðir Pætur frá.