Pætur og AMO steðgaðu sigursrøðini hjá oddaliðnum

AMO var aftanfyri við átta málum, men megnaði at knógva heim ein javnleik móti Karlskrona

Í kvøld var oddauppgerð í næstbestu svensku hondbóltsdeildini millum oddaliðið, Karlskrona og nummar tvey í deildini, AMO sum hevur Pætur Mikkjalsson á liðnum.

 

Pætur og liðfelagarnir í AMO óku á knøunum miðskeiðis í seinna hálvleiki, og vóru aftanfyri 16-24. Tap var í hondum, men teir stríddu seg innaftur í dystinu og komu upp á 22-24. 

 

Karlskrona bleiv tó við at hava eina leiðslu í dystinum, og tá Karlskrona skoraði til 29-27 stutt undan leikloki sá svart út hjá AMO at fáa eina úrtøku í kvøldsins dysti. Men tað eydnaðist AMO at skora tvey mál seinastu løtuna, og harvið knógva ein javnleik heim.

 

AMO gjørdist fyrsta liðið hetta kappingarárið at steðga sigursrøðini hjá Karlskrona. Undan dystinum í kvøld hevði Karlskrona vunnið 11 av 11 dystum.

 

Pætur stóð sum ofta áður stinnur í verjuni, og tað eydnaðist honum at skora trý mál fyri AMO í kvøld. 

 

Karlskrona er fremst í deildini við 23 stigum. AMO er næstfremst við 21 stigum fyri níggju sigrar og tríggjar javnleikir. Kungälv er nummar trý við 15 stigum.

 

Sunnudagin 11. desember spælir AMO móti botnliðnum, AIK sum bert hevur fingið eitt stig.