Pætur og AMO eru nú oddalið í næstbestu svensku hondbóltsdeildini

AMO vann stórsigur á heimavølli og Karlskrona tapti á útivølli, so nú er AMO fremst í deildini

Hetta gjørdist eitt gott vikuskiftið hjá Pæturi Mikkjalssyni og liðfeløgunum í AMO.

 

Ígjár tapti oddaliðið undan hesum umfarinum, Karlskrona fyrsta dystin hetta kappingarárið 29-30 fyri Skånela ígjár.

 

Hetta merkti, at vann AMO heimadystin móti AIK Stockholm við meira enn seks málum kundi AMO røkka oddasessinum í næstbestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Tað var júst tað sum hendi. AMO vann stórsigur 36-24 á AIK. Í steðginum var AMO á odda 17-12.

 

Pætur stóð væl í verjuni, og tað eydnaðist honum eisini at skora trý mál í dag.

 

AMO og Karlskrona hava nú bæði 23 stig fyri 13 dystir, men við betri málmuni er AMO fremst í deildini. Fimm stig eru niður til Skånela, ið hevur 18 stig á triðja plássinum.

 

Kappingin er nú komin í helvt, og komandi leygardag byrjar AMO uppá seinnu hálvu við útidysti móti AIK.