Pætur og AMO eru framvegis ósigraðir

AMO vann greitt á heimavølli ígjár

Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í AMO eru framvegis ósigraðir aftaná tey fyrstu seks umførini í næstbestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Ígjár vann AMO greiðan 33-25 sigur á IFK Karlskrona. AMO legði góðan botn við at vera á odda 17-11 í steðginum.

 

Pætur heldur í stuttari viðmerking ikki, at talan var um besta leikliga avrikið hjá AMO, men teir í AMO fegnast um sigurin.

 

Pætur skoraði trý mál uppá fýra málroyndir.

 

AMO er næstfremst í deildini við 11 stigum av 12 møguligum. Fremst er Karlskrona (hitt liðið úr Karlskrona) við fullum stigatali, 12 stigum av 12 møguligum.

 

Sunnudagin 30. oktober tekur AMO móti Kungälv á heimavølli.