Pætur og AMO eru eitt stig frá oddinum

Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í AMO eru ósigraðir aftaná fyrstu fimm dystirnar

Pætur Mikkjalsson var aftur í kvøld ein klettur í verjuni hjá AMO í næstbestu svensku hondbóltsdeildini.

 

AMO vann á útivølli 33-29 á VInslövs á útivølli. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.

 

Pætur var ikki millum málskjúttarnar hjá AMO í kvøld, men hann vann liðnum tvey brotskøst. Tey er mest í verjuspælinum, at Pætur tekur tey tungu tøkini. 

 

AMO er framvegis ósigrað í kappingini, og er næstfremst í deildini við níggju stigum fyri fimm teir fyrstu dystirnar. Karlskrona er fremst við 10 stigum.

 

Komandi leygardag tekur AMO á heimavølli móti hinum liðnum úr Karlskrona, IFK Karlskrona, ið liggur triðaftast í deildini við bert tveimum stigum.