Pætur: Ikki nøgdur við avrikið í kvøld

Pætur Dam Jacobsen er meiri nøgdur við avrikið fyrstu 70 minuttirnar í Georgia, enn við avrikið í kvøld.

 

-       Úrslitið í kvøld er betri enn í Georgia, men eg eri meiri nøgdur við avrikið fyrstu 70 minuttirnar í Georgia enn eg eri við avrikið í dag. Tað sær kanska gott út, men eg haldi at teir eru nøgdir við bara at taka tað róligt í dag, sigur Pætur Dam Jacobsen

 

Tað er serliga úrslitið í fyrra dystinum, sum tók broddin av spenninginum undan hesum dystinum.

 

-       Tú sært á áskoðaratalinum, at hetta er nærmast sum ein venjingardystur. Tað er ergriligt, at tað skrædnar so nógv í fyrra dystinum, tí tað kundi møguliga blivi ein spennandi dystur her.  Tað var hinvegin eisini stuttligt at sleppa at spæla meiri við bóltinum hesa ferð, í mun til í Georgia. , sigur Pætur víðari.

 

Longu aftaná 12 minuttir var Dinamo Tblisi á odda 2-0.

 

-       Vit eru ikki kárir frá byrjan og tað blívur skjótt greitt fyri okkum, at hetta kann ganga heilt gali um vit ikki taka okkum saman, sigur Pætur.

 

EB/Streymur hevur nú spælt fýra dystir í Champions League, men tað sær stríðsmaðurin á miðvøllinum ikki sum ein byrðu.

 

-       Tað vóni eg ikki at nakrar heldur. Tí tað er eitt upplivilsi. Um tú ikki tímir at spæla í Evropa, so haldi eg ikki tú skal royna at koma í Evropa, sigur Pætur Dam Jacobsen, sum leygardagin skal spæla móti AB í Effo-deildini.

 

-       Teir kempa væl og vit skulu verða til reiðar at stríðast eins nógv og teir. So kunnu vit vinna, sigur Pætur Dam Jacobsen, sum hevur eina fortíð í AB.

 

Samrøðan við Pætur Dam Jacobsen kann hoyrast undir myndini.