Paddy McNair ikki við ímóti Føroyum

Føroysku framherjarnir sleppa undan stóra verjutalentinum hjá Manchester United

Fyri mangar Manchester United-fjepparar kring heimin hevur tann bert 19 ára gamli norðurírin, Paddy McNair verið millum ljóspunktini í misjøvnu byrjanini hjá Manchester United í Premier League. Paddy McNair hevur verið ein brandur, og hevur veruliga víst sítt virðið í verjuni, nú nógvir verjuspælarar hjá Manchester United eru úti við skaða. 

 

Landsmaðurin hjá Paddy McNair, tann 25 ára gamli verjuspælarin, Johnny Evans gav avboð til EM-undankappingardystirnar hjá Norðurírlandi ímóti Føroyum komandi leygardag, og ímóti Grikkalandi komandi týskvøld vegna skaða. Michael O´Neill, landsliðsvenjari hjá Norðurírlandi valdi tí at taka tann 19 ára gamla Paddy McNair út til hópin, men nú hevur Paddy McNair eisini givið avboð vegna skaða.

 

Ikki so fáir av teimum føroysku landsliðsspælarunum eru Manchester United fjepparar, og høvdu uttan iva glett seg til ein harðan nærdyst við ein av United-spælarunum, men hetta mugu Atli Gregersen, Hans Jørgen Djurhuus o.a. so hyggja langt eftir nú.

 

Mongu Manchester United viðhaldsfólkini í Føroyum vóna tó uttan iva, at bæði Johnny Evans og Paddy McNair verða við, tá Norðurírland spælir EM-undankappingardyst á Tórsvølli 4. september í 2015. 

 

Manchester United hevur eina drúgva søgu við norðurírskum landsliðsspælarum. Millum teir kendastu eru George Best, Norman Whiteside, Jimmy Nicholl, Sammy McIlroy, og ikki minst málverjin Harry Gregg, sum yvirlivdi flogvanlukkuna í München í Týsklandi tann 6. februar í 1958, og eisini Jackie Blanchflower, sum fekk skaða fyri lívið hendan feigdardagin í 1958, og kundi ikki spæla fótbólt aftur.

 

Á hesari leinkjuni sæst eitt yvirlit yvir allar teir norðurírsku spælarnar, sum Manchester United hevur havt í sínum breyði seinastu øldina: http://www.mufcinfo.com/manupag/players_by_nationality/player_by_nationality_pages/players_by_nationality_northern_ireland.html