Pávin vitjar Guðs egna land

Benadikt pávi vitjar katólsku kirkjuna í USA, men hann skal eisini tosa um amerikanskan politikk

George W. Bush, forseti, var í nátt á flogvøllinum í Washington og tók ímóti Benadikt páva, sum skal vitja sínar amerikonsku trúarfelagar teir næstu dagarnar.

 

Pávin fer uttan iva at tosa við kirkjuleiðsluna um tær nógvu gølurnar sum prestar, sum hava misbrúkt børn kynsliga, og sum hava skakað kirkjuna og amerikanska samfelagið síðani tær fyrstu avdúkingarnar í 2002.

 

Men politikkur stendur eisini ovasrlaga á skránni hjá pávanum. Hann skal tosa við George W. Bush, forseta um kríggið í Irak og um altjóða mannarættindi. Vatikanið var upprunaliga ímóti innrásini í Irak.

 

Eitt mál, sum Benadikt pávi eisini fer at tosa við Bush um, eru teir nógvu latínamerikonsku tilflytararnir í USA. Umleið 40 prosent av katolikkunum í USA eru latínamerikanarar, og nógvir teirra eru komnir ólógliga til landið.

 

-USA má gera alt fyri at forða harðskapi, so at innflytarar kunnu fáa eitt virðiligt lív, segði pávin, áðrenn hann fór til USA.