Pávin vil hava orð á Castro

Í næsta mánað fer Benedikt 16. pávi til Kuba at vitja, og hann hevur nú boðað frá, at hann vil fegin sleppa at tosa við fyrrverandi kubanska leiðaran Fidel Castro tá.

Ein talsmaður fyri Vatikanið sigur, at fyribils er avtalað, at pávin skal hitta forsetan, Raul Castro. Tann eldri Castro-bróðurin er ikki nevndur í skránni, men talsmaðurin sigur, at er livimátin hjá tí 85 ára gamla Fidel Castro hampiligur, fær pávin ætlandi orðið á hann.

Fidel Castro er sjáldan at síggja alment longur, men hann plagar at tosa við útlendskar leiðarar, sum vitja Kuba.

Benedikt 16. pávi kemur til Kuba tann 26. mars og fer heimaftur tann 28. Undanmaður hansara, Jóhannes Páll pávi 6., var tvær ferðir í Kuba og tosaði við Fidel Castro.