Benadikt pávi kom í nátt við flogfari til Washington, har George W. Bush, forseti, tók ímóti honum Á ferðini í USA fer pávin at tosa við amerikanska forsetan um millum annað kríggið í Irak og um mannarættindi.
Upprunaliga var Vatikanið ímóti krígnum í Irak. Eygleiðarar vænta, at pávin fer at finnast at amerikonsku deyðarevsingini og framferðini hjá CIA.
Á vitjanini í USA fer pávin at halda sín 81. føðingardag.