Pávin tváaði fangaføtur

Frans pávi, sum fyri kortum gjørdist ovasti leiðari fyri katólsku kirkjuni, vakti í gjár miklan ans, tá hann læt eina gamla skírisdagssiðvenju í nýggjan búna.

Siður er, at skírisdag skal pávin tváa føturnar hjá tólv katólskum prestum, men í gjár fór Frans pávi í staðin á vitjan í einum fongsli, har hann tváaði og kysti føturnar hjá tólv ungum fangum, harav tveir vóru kvinnur og onnur teirra enntá muslimur.

Hetta er fyrstu ferð, at ein pávi fremur hesa gomlu, katólsku siðvenju í einum fongsli, og somuleiðis var hetta fyrstu ferð, at kvinnuføtur eisini blivu tváaðir.

76 ára gamli pávin hevur afturi í 2008, tá hann var erkabiskupur í Buenos Aires, gjørt nakað tað sama, tí ta ferðina tváaði og kysti hann føturnar hjá nøkrum argentinskum rúsevnismisbrúkarum.