Pávin ætlar at halda

Jóhannes Páll pávi Annar umhugsar at fara til New York at halda eina friðarrøðu í ST-trygdarráðnum

Irak-kreppan
Árni Joensen:

Jóhannes Páll pávi Annar hevur ongantíð dult fyri, at hann er ímóti amerikansku ætlanini at leypa á Irak, og í dag fer sendimaður hansara, kardinalurin Pio Laghi, til Washington at tosa við George W. Bush, forseta fyri at fáa hann at loysa kreppuna við Irak á friðarligan hátt.
Vil amerikanski forsetin ikki lurta eftir kradinalinum, ætlar tann 82 ára gamli pávin sær at fara til New York at halda eina serliga friðarrøðu í ST-trygdarráðnum. Fer pávin til USA, ætlar hann eisini at halda eina bøn á staðnum, har World Trade Center stóð.
Jóhannes Páll pávi hevur sagt, at eingin kann rættvísgera eitt álop á Irak, men talsmenn hjá Bush hava fyrr sagt, at forsetin fer neyvan at lata seg ávirka av hugsan pávans. Kortini er tað ein sannroynd, at pávin hevur stóra ávirkan á fleiri amerikanskar stjórnarlimir, sum verða mettir sum trúgvandi menn.