Ørindini hjá Benadikt 16. páva í Turkalandi eru at byggja brýr millum kristindómin og islam og millum ortodoksar og katolikkar. Men uppgávan er trupul.
Benadikt 16. pávi fekk eina góða móttøku, tá hann kom til Ankara í gjár. Tayyip Erdogan, forsætisráðharri og formaður í einum islamskum flokki, gav sær stundir til at taka ímóti gestinum, áðrenn hann mátti á toppfund hjá NATO í Riga. Báðir løgdu dent á, at tað er neyðugt við samskifti og semju, sjálvt um nógvir turkar eru í øðini um, at pávin váðar sær at koma til Turkalands, eftir at hann eftir teirra tykki tosaði niðrandi um Muhammed profet fyrr í ár.
-Tygara vitjan hevur sera stóran týdning, segði Tayyip Erdogan. Í einari røðu í tjóðartinginum segði forsætisráðharrin seg vóna, at vitjanin hjá pávanum kann virka fyri friði millum mentanir. Tá pávin seinni vitjaði gravstaðið hjá turkiska landsfaðirinum Kemal Atatúrk, skrivaði hann í gestabókina:
-Í Turkalandi møtast ymsar mentanir og ymsir átrúnaðir, og landið er ein brúgv millum Asia og Evropa.
Spenningur
Hóast tey vøkru orðini var tað týðiligt, at tað eru ikki allir turkar, sum eru líka fegnir um vitjan pávans. Teir seinastu dagarnar hava mótmælisfólk í túsundatali verið í gøtunum, har tey hava mótmælt vitjanini og rópt ókvæmisorð eftir pávanum. Fólk eru í øðini um, at pávin eftir teirra tykki tosaði niðrandi um Muhammed profet og islam í einari røðu í Týsklandi í september. Pávin hevur seinni sagt, at ætlan hansara var ikki at niðra profetin ella læru hansara, men tá var ov seint.
Turkisku myndugleikarnir hava fyrireikað seg væl til vitjanina, og trygdartiltøkini eru sera strong. Trygdarmenn standa á hvørjum horni, vápnaðir løgreglumenn eru á varðhaldi allastaðni, og bumbuserfrøðingar hava kannað hvønn krók, sum pávin skal vitja. Myndugleikarnir hava ikki gloymt, at tað var ein landsmaður teirra, Ali Agca, sum royndi at beina fyri Jóhannesi Páll páva í Rom í 1981.
Kristin spjaðing
Eru viðurskiftini millum kristindómin og islam trupul, er støðan ikki minni trupult millum katolikkarnar og tey ortodoksu. Tey bæði kirkjusamfeløgini fóru hvør til sítt fyri 950 árum síðani, og guðfrøðiligar og aðrar ósemjur hava gjørt, at tey hava havt at kalla einki samband við hvørt annað síðani.
Benadikt pávi hevur gjørt av at vitja leiðaran í teirri ortodoksu kirkjuni, patriarkin Bartholomeus fyrsta, sum hevur høvuðssæti í Istanbul, og ørindini eru at royna at byggja brýr ímillum tey bæði kirkjusamfeløgini. Men eygleiðarar siga, at tað verður ein trupul uppgáva, hóast ávís framstig hava verið tey seinastu 40 árini.
Í Istanbul skal pávin eisini vitja ta bláu moskuna, og hetta er aðru ferð í søguni, at ein pávi vitjar eitt islamskt guðshús. Hann skal eisini vitja Sofia-dómkirkjuna, sum í meiri enn túsund ár var tann størsta kirkjan í tí kristna heiminum, áðrenn hon bleiv moska. Í dag er hon savn.









