ÚTLAND
Fartekst
Vatikanið sigur í einari kunngerð, at tað verður eingin friður í Miðeystri, fyrr enn ísraelski herurin tekur seg aftur av teimum hersettu økjunum.
Kunngerðin frá Vatikaninum kom, beint eftir at Jóhannes Páll pávi hevði havt fund við katólskar leiðarar í Miðeystri, sum eru komnir til Rom at tosa við pávan um tey spentu viðurskiftini millum ísraelsmenn og palestinar.
Í einari røðu fyri leiðarunum fordømdi pávin harðskapin hjá báðum pørtum. Hann segði, at fólkið á leiðini verður oyðilagt av einum stríði ímíllum tvær víðgongdar hugsjónir, sum vanvirða tað heilaga landið.
Pávin segði, at tað verður ikki friður í Miðeystri, fyrr enn Ísrael tekur seg aftur av teimum hersettu økjunum, og palestinar fáa sítt egna ríki.










