Henrik Dam Kristensen, forseti í Norðurlandaráðnum, hevur í dag fingið boð um, at Pávin ikki kemur á fund, tá Norðurlandaráðið kemur saman í Keypmannahavn 1. november.
Orskin er, at Pávin er í Svøríki, í dómkirkjuni í Lund, 31. oktober. Dagin eftir talar Pávin í Malmø Arena, og tað var í hesum sambandi, at Henrik Dam Kristensen beyð Pávanum til Keypmannahavnar.
Men slík vitjan er krevjandi, eins og tá amerikanski forsetin kemur á vitjan, og forsetin í Norðurlandaráðnum er keddur um avboðið, men góðtekur støðuna.
Tað eru 27 ár síðani síðstu pávavitjan í Danmark.
Leiðarar og úr Danmark, Svøríki, Noreg, Finnlandi, Íslandi, Grønlandi, Føroyum, Álandi og Estlandi, Letlandi og Litava koma saman í Keypmannahavn, har eitt nú flóttafólkaspurningar eru á skránni.









