Pávin í hernað ímóti pedofilum prestum

Pávin hevur boðsent amerikanskum kardinalum og kirkjuleiðarum til fundar í Rom, eftir at fleiri mál sum óskikkiligar prestar hava skakað katólsku kirkjuna í USA

Embætismenn í Vatikaninum upplýstu í gjár, at pávin hevur sent boð eftir trettan amerikanskum kardinalum og kirkjuleiðarum, so teir kunnu greiða frá teimum nógvu málunum um pedofilar prestar, sum seinastu tíðina eru vorðnir avdúkaðir í USA. Lítið hevur verið at frætta úr Vatikaninum fyrr enn nú, sjálvt um avdúkingarnar hava skakað ta katólsku kirkjuna í USA. Herfyri valdi pávin kortini at fordøma teir óskikkiligu prestarnar.
Serliga býurin Boston er meint raktur av avdúkingum, og kardinalurin Bernard Law er lagdur undir at hava dult tað, sum prestar hansara tókust við. Skriðan leyp, tá tað kom fram, at fyrrverandi Boston-presturin John Geoghan hevði gjørt seg inn á meiri enn 130 børn seinastu 30 árini.
Síðani hava myndugleikarnir avdúkað fleiri prestar í býunum New York, Philadelphia, St. Louis og Detroit og í statinum Kalifornia. Higartil eru umleið 3.000 katólskir prestar í USA skuldsettir fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á børn.