Pávin fagnar Kirill

Benedikt XVI, pávi, sigur seg vera væl nøgdan við, at tann ortodoksa kirkjan í Russlandi hevur kosið sær erkabiskupin Kirill til leiðara.

Tann 62 ára ganli Kirill, sum erkabiskupur í Smolensk og Kaliningrad, varð fyrrakvøldið valdur til patriark í russisku kirkjuni. Hann hevur røkt hetta embætið, síðani undanmaðurin, Alexy II, doyði tíðliga í desember. Benedikt pávi sigur, at hann hevur góðar vónir um samstarv við russiska patriarkin, ið sambært eygleiðarum í Moskva verður roknaður sum ein nýskipanarhugaður kirkjuleiðari.