Pávin á deyðastráð

Jóhannes Páll pávi Annar livir sera illa, og í Rom eru fólk farin at gita, hvør eftirmaður hansara verður

Fyrrakvøldið kunngjørdi Vatikanið í Rom, at Jóhannes Páll pávi hevði fingið ta seinastu oljuna, tí hann livdi sera illa. Pávin hevur drigist við lungnabruna i seinastuni, men sambært læknunum hevur hann nú eisini fingið bruna í landrásina. Í gjár ljóðaði, at hann var batnaður nakað, men læknarnir gjørdu samstundis greitt, at tað næsta samdøgrið fór at verða hættisligt.

Leiðslan í Vatikaninum hevði ikki nakrar beinleiðis viðmerkingar til heilsustøðuna hjá pávanum, men ein eysturríkskur kardinalur segði við tíðindastovurnar, at pávin var so nær deyðanum, sum hugsast kann.

Tann langa sjúkralegan hjá pávanum hevur reist spurningin, hvør skal taka við eftir hann. Tá Jóhannes Páll pávi Annar, sum tá æt Karol Wojtyla, bleiv valdur í 1978, var hann tann fyrsti pávin í 455 ár, sum ikki var italiumaður. Nú er so spurningurin, um tað aftur verður ein italiumaður ella onkur annar evropeari, ella um tann næsti pávin verður úr onkrum øðrum heimsparti.

Bretska blaðið The Guardian vildi í gjár vera við, at fýra kardinalar tykjast hava teir bestu møguleikarnar. Ein teirra er tann 77 ára gamli týskarin Joseph Ratzinger, ið verður hildin at hava staðið pávanum sera nær tey seinastu tjúgu árini. Hann er eisini væl umtóktur og sigst hava somu grundsjónarmið sum Jóhannes Páll pávi Annar.

Hinir tríggir, sum verða nevndir, eru pólendingurin Stanislav Dziwisz, sum hevur verið persónligur skrivari hjá pávanum, italiumaðurin Angelo Sodano, sum er umsitingarleiðari í Vatikaninum, og spaniumaðurin Juan Herranz Casado úr tí mátmikla felagsskapinum Opus Dei.