TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá føroyska kvinnulandsliðnum, Pætur S. Clementsen aftaná hann hevði sæð sínar spælarar vunnið 5-1 á Luksemborg í tí fyrsta av trimum HM-undankappingardystum, sum allir verða spældir á Tórsvølli. Leygardagin klokkan 15 er Montenegro mótstøðuliðið. Montenegro tapti 0-3 ímóti Turkalandi fyrr í dag.
Pætur S. Clementsen heldur, at føroyska avrikið var so gott, sum tað kundi verða. Eitt mál aftaná sjey minuttir var sera forloysandi fyri tað føroyska liðið, staðfestir høvuðsvenjarin.
Pætur S. Clementsen slær fast, at føroyska kvinnulandsliðið hevur nakrar góðar bóltsspælarar, sum veruliga kunnu spæla bóltin væl millum sín, og tað vístu tær sanniliga ímóti Luksemborg í dag.
Høvuðsvenjarin ger tó greitt, at Montenegro er sterkari enn Luksemborg, og Turkaland er sterkari enn Montenegro, so tað eru tveir torførir dystir fyri framman, men treystið er stórt hjá føroysku kvinnunum.










