Liðskiparin hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen er sum kletturin, og fer ikki upp at flákra hóast lið hansara vann ein týðandi 2-1 sigur yvir ÍF í niðurflytingarstríðnum, sum merkir, at Skála nú er sjey stig røttumegin niðurflytingarstrikuna nú 12 stig eru eftir at spæla um.
Pætur Dam Jacobsen vísur á, at seinasta vikuskiftið, tá hann og liðfelagarnir taptu 0-5 ímóti 07 Vestur er ein góð áminning um, at tað kann skifta sera skjótt í fótbólti.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Pætur Dam Jacobsen aftaná Skála hevði vunnið 2-1 á ÍF.