Pætur var ferfaldur málskjútti

Tríggir av nýggju monnunum vóru millum málskjúttarnar, tá ið HB vann stórsigur ímóti B68

Tað er stórur munur á bestu og næstbestu deildini. Tað sást í Gundadali ídag, tá ið HB í VFF kappingini hevði vitjan av B68, ið leggur nógv í fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, sum toftamenn ætla skal vera tað síðsta í næstbestu deildini – í hesum umfarinum.

HB vann 8-0 eftir 4-0 í fyrra hálvleiki.

Stóri maðurin á HB liðnum í dag var Pætur J. Petersen. Hann skoraði fýra mál, og hann átti næstsíðsta fótin á, tá ið tvey av hinum málunum vórðu skorað.

Adrian Justinussen skoraði eitt mál í fyrra hálvleiki. Hinir tríggir málskjúttarnir vóru spælarar, sum ikki vóru á HB liðnum í fjør. Øssur Dalbúð og Heðin Hansen, sum áður hava umboðað HB, skoraðu hvør sítt mál, og Mathias Nygaard, sum í vetur flutti úr Fredericia og til HB, var fyri fyrstu ferð millum HB málskjúttarnar, tá ið hann skoraði til 1-0.

At tað var stórur munur á liðunum siga hagtølini. HB vann fimm hornaspørk, meðan B68 einki hornaspark tiltuskaði sær.