HB hevur í dag gjørt sáttmála við Pætur Petersen úr EB/Streymi. Hann hevur fyrr í ár verið settur í samband við HB. Í fjør spældi Pætur Petersen við B36, men bleiv útleigaður til EB/Streym, har hann so hevur spælt í alt ár.
Les eisini: Vit gita hesin úr EB/Streymi til HB (27.09.2018)
HB.fo skrivar:
HB eru í dag fegnir um at kunngera, at Pætur J. Petersen hevur valt at spæla í reyðum og svørtum komandi kappingarár. 20 ára gamli Pætur J. Petersen er skálvíkingur og spældi barnaárini við B71. Sandoyingar hava ofta roynts okkum góðir og sjálvandi vóna vit tað sama hesaferð.
Hann hevur seinastu tvey kappingarárini spælt við EB/Streymi. Í ár hevur hilnast heilt væl hjá honum og hevur hann skorað 7 mál í Betri deildini og er toppskorari hjá felagnum í Sundalagnum. Hann skoraði eisini 2 mál í U21 steypafinaluni móti okkum, sum okkara ungu tó vunnu upp á brotssparkskapping.
Hóast sín unga aldur er hann longu skrásettur fyri 175 dystir á Faroesoccer, 44 fyri EB/Streym tey bæði seinastu árini, annars fyri B36 frá 2013 til 2017. 26. juni 2015 spældi hann sín fyrsta dyst við Betri deildini, tá hann í 67. minutti avloysti Jákup á Borg. Sáttmálin millum Pætur J. Petersen og HB er galdandi í eitt ár.