TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik "Bagga" Hentze aftaná Bagge hevði sæð sínar menn vunnið 7-1 á 07 Vestur.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við unga Pætur Turiðarson Skipanes, sonur gamla NSÍ-leikaran, Eyðstein Skipanes. Pætur fekk í dag debut á besta liðnum hjá NSÍ, og hann tók av við at skora til 1-0.
Pætur Turiðarson Skipanes var sera fegin aftaná dystin. Hann undirstrikar, at tað var stórt at sleppa at spæla fyrsta dystin á besta liðnum, og tað gjørdi tað enn betri, at hann kundi skora til 7-1.
Men tað var eitt sindur yvirveldandi tá allir spælararnir í einum dunga komu yvir til hann, og sjálvt Tórður Thomsen kom rennandi úr málinum fyri at heiðra unga málskjúttan.
Bagge greiðir frá, at hann hevur hildið eitt gott eyga við Pæturi Turiðarsyni Skipanes, ið hevur gjørt tað gott á 1. deildarliðnum hjá NSÍ, og nú var tíðin búgvin at geva unga manninum ein møguleika í Betrideildini.
HERber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum átta málunum, ið komu í dystinum millum NSÍ og 07 Vestur.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá 07 Vestur, Høgna Egilstoft Nielsen.